Keyptir flokkar

Sum so nógv havi eg fingið valkort so eg kann sleppa at atkvøða fyri onkrum av teimum flokkum sum bjóða seg fram at umboða Føroyar á danatingi.

Men hvørja trygd havi eg fyri at tey umboð, vit senda nið­ur, fara at arbeiða til okk­ara gagn?

 

Vit hava sendiboð víða um heim. Tey eru í okk­ara tænastu og fáa løn frá føroysku skatta­borg­ar­u­num. Gera tey nakað, sum ikki hóv­ar okkum, fáa tey boð um, at tey ikki longur eru í okk­ara tænastu og onga løn fáa aftur. Men tey um­boð vit senda á danating verða ikki lønt av okkum, men av teimum donsku skatt­a­borgarunum. Verður tvístøða millum føroysk og donsk áhugamál missa hesi um­boð onga løn við at stuðla teimum donsku sjón­ar­mið­unum. Flokkarnir lata seg tí keypa fyri at hjálpa donsku stjórnini, um tá á stend­ur, at virka ímóti okk­a­­ra áhugamálum.

 

Men hví skuldi ikki onk­ur av flokkunum tikið und­ir við at føroysku fólka­ting­s­um­boð­ini søgdu nei takk til at taka ímóti donskum skatta­pengum?

 

Í Norðurírlandi eru mong sum taka undir við flokki­num Sinn Féin, sum er ímóti at lands­luturin er innan fyri bretska markið. Men tað er hann og teir gjalda skatt til Bret­lands. Fyri at mótmæla hes­um stilla teir upp til val til bretska parlamentið, og fleiri verða valdir. Fyri at taka sæti skulu teir geva eitt hátíðarligt lyfti um at halda stjór­n­arskránna, og hesum sýta teir fyri og koma tí ong­antíð í tinghøllina og fáa onga løn frá stjórnini sum krevur skatt upp í Norð­ur­ír­landi. Flokkur teirra gevur teim­um eina løn sum svarar til hand­verkaraløn, so teir kunnu gera sjónarmiðum floksins gagn víða hvar.

 

Teir siga tí nei til løn sum fyri ein part er komin frá teirra egnu veljarum.

 

Teir vit senda á dana­ting eru so eldhugaðir at fáa løn frá donsku skatt­gjalda­ru­num, at teir skunda sær at geva eitt hátíðarligt lyfti um at halda donsku grund­lógina, hóast eitt fólk­a­rættarligt mark er millum Dan­markar ríki og okkara ríki og vit tí hava eina aðra grund­lóg enn Danmark. Eftir altjóðarætti hevur Dan­mark hvørki rætt til at krevja upp skatt í Føroyum ella rætt til at taka av síni skattainntøku fyri at leggja upp í okkara politisku við­ur­skifti.

 

Við at løna okkara umboðum á danatingi er danska stjórnin tí í andsøgn við fólkarættin.

 

Sjálvandi skuldi stjórnin, tá hon læt okkum fáa rætt­in at krevja upp skatt í Før­oyum, gjørt greitt at løn­ir­nar til okkara umboð á dana­tingi skuldu vit sjálvi gjalda av okkara skatta­inn­tøku. Vit vita væl hví hetta ikki var gjørt, tí ein slík á­seting hevði ikki fingið meiri­luta i løgtinginum. Við vit­andi og vilja samtykti stjór­n­in tí at keypa teir føroysku politisku flokk­arnar. Teir látast at vera ósamdir, men tá tað kem­ur til at taka ímóti gjaldi fyri at fara á danating eru teir full­s­amdir og ikki eitt pipp hoyr­ist frá nøkrum av teim­um um at teir ætla at taka betri partar fyri.

 

Javnaðarflokkurin er ein av hesum flokkum. Hví skuldi hann ikki tikið undir við hes­um uppskoti? Hann er jú ein av teimum, sum sam­tyktu at føroyingar skuldu fáa sín egna lands­kassa, og at vit sjálvi tí skuldu áleggja okkara borg­ar­um at gjalda teir skatt­ir, sum fíggja okkara egnu útreiðslur. Løn til fólk­a­tings­um­boð okkara er ein al­menn útreiðsla, og tí má tað vera ein sjálvfylgja at Javn­að­ar­flokkurin krevur, at tað eru føroyskir skatt­a­borg­arar, sum gjalda fyri okk­ara umboð á dana­tingi. Vit vita jú at skatta­skip­an­in í Danmark er so ó­sol­i­darisk, at tey fátæku bera tær tyngstu byrð­ar­nar, meðan eitt nú olju­feløgini ong­an skatt gjalda. Tað eru tí teir fá­tæku danirnir, sum gjalda lønina hjá okk­ara umboðum. Hevði Javn­að­ar­flokk­ur­in verið einasti flokk­ur, sum avtók hetta ó­skil, hevði eg ikki himprast við at greitt atkvøðu fyri Javn­að­ar­flokkinum.

 

Sama er galdandi fyri Sam­bandsflokkin, og hví skuldi hann ikki gingið á odda í hesum máli? Sjálvt navn floksins boðar frá, at hann heldur at vit skulu samstarva við Dan­mark á jøvnum føti. Tá samr­áð­in­g­a­rn­ar fóru fram eftir ann­an heimsbardaga um ný­skipan Danmarkar og Føroya millum var Sam­bands­flokk­urin heilhugaður fyri, at vit ikki skuldu gjalda skatt til Danmarkar. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at av­leiðingin av tí er, at dansk­ir skattaborgarar held­ur ikki skulu gjalda skatt til okkara almennu út­reiðsl­ur og serliga ikki til okk­ara umboð uttanfyri Før­oy­ar. So leingi vit velja umboð á danating skulu vit tí sjálvandi eftir grund­sjón­ar­miðum Sambandsfloksins fíggja tað úr okkara egna landskassa. Tók Sam­bands­flokkurin avleiðingna av síni undirtøku fyri at danir sikki skuldu krevja upp skatt í Før­oyum og sum einasti flokkur segði at okkara um­boð á danatingi ikki tók við nøkrum donskum oyra, hevði eg atkvøtt fyri Sambandsflokkinum.

 

Fólkaflokkurin var eis­ini ein av teimum flokk­unum, sum tók undir við, at vit ikki skuldu gjalda skatt til Dan­m­arkar og at ein sjálv­søgd avleiðing av tí er, at vit ikki skuldu fáa nakað av donskum skatt­a­peng­um. Hann fer til val uppá, at í Før­oy­um skulu føroyingar ráða, og einki er tí meir natúrlig enn at tey um­boð hann setir á dana­ting boða frá, at tey ikki vilja taka við donskum peng­um. Nú er sum kunn­ugt tað hent, at okkara vinnu­lívs­menn hava verið so dugna­ligir, at teir hava fingið inntøkur landsins so langt upp, at tær í miðal eru hægri enn í Danmark. Tí hava vit brúk fyri at væl verður húsað við okkara lands­kassa, so vinnulívið fær tryggar karmar at virka í. Er Fólkaflokkurin einasti flokkur sum sigur nei takk til danska fígging av okkara fólkatingsumboðum, hevði eg tí atkvøtt fyri Fólkaflokkinum.

 

Tjóðveldisflokkurin var ikki stovnaður tá hin­ir flokkarnir samdust um at danir ikki skuldu sleppa at krevja upp skatt í Føroyum. Men tað hev­ur ongantíð verið nakar ivi um at flokkurin held­ur, at vit ikki skulu duva upp á studnng frá donsku skatt­gjald­ar­unum. Hann held­ur at vit sjálvi skulu fíggja tær almennu útreiðslurnar og hevur stuðlað øllum vinn­u­lig­um framtøkum sum hava gjørt at okkum hevur ging­ist so væl. Síðan 2015 hev­ur hann heldur ikki tikið við teimum 33 krónunum fyri hvørja atkvøðu til fólka­tings­val, sum honum hava sta­ð­ið í boði. Fyri hann hevði tað tí ligið raðið fyri at siga at hann heldur ikki tekur við donskum skatt­gjald­ar­a­pengum at løna sínum fólka­tings­um­boði við. Um so var at Tjóð­veld­i­s­flokkurin var einasti før­oyski flokkur, sum gekk hesa leið, hevði eg greitt at­kvøðu fyri honum.

 

Miðflokkurin heldur, at vit skulu geva keisaranum tað, ið keisarans er, og guði tað ið guðs er. Tann sum hev­ur yvirvaldið, hevur tí rætt at krevja upp skatt. Við at lata frá sær rættin at krevja upp skatt í Føroyum hev­ur Danmark givið frá sær veruliga yvirvaldið yvir okkum, Av tí at sam­bands­sát­t­málin sigur, at vit og Dan­ma­rk fólkarættarliga eru javnlíkar, hava vit tí ong­an rætt til at nápa burt­ur av skattainntøkum Dan­markar. Skulu vit hava umboð á fólkatingi eru tað tí vit sum eiga at gjalda kostnaðin av tí við at geva okkara keisara, lands­stýrinum, ta neyðugu up­p­hæddina í skatti. Til tað er komið í rættlag kunnu vit velja umboð sum sýta fyri at taka móti ólógligum donskum skat­t­gjald­ar­apengum. Høvdu valevni Mið­floksins verið tey ein­astu, sum hetta gjørdi, hevði eg ikki ivast í at atkvøtt fyri Mið­flokkinum.

 

Framsókn vil hava at vit skulu vera við í NATO. Hetta krevur at vit boða døn­um frá, at vit ikki vilja hava danskar skattapengar til at gjalda fyri okkara verju. Tá er tað sjálvsagt fyri Fram­sókn at boða frá, at flokk­urin heldur ikki vil taka við donskum pengum til tað umboð, teir fáa valt á dan­a­ting. Boðar flokkurin sum einasti flokkur frá hes­um, hevði eg atkvøtt fyri Fram­sókn.

 

Boðaðu tveir ella fleiri flokk­ar frá at teir ikki tóku við donskum pengum fyri sítt umboð á fólkatingi hevði eg kastað lut um hvønn av teimum eg skuldi at­kvøða fyri.

 

Men er hetta ikki full­komu­liga veruleikafjart?

 

Sum er hevur eingin flokk­ur boðað frá at hann vil leggja av at plága donsku skatt­gjaldararnar við at áleggja teimum at gjalda skatt fyri at løna okkara umboðum á danatingi, hóast danir hava slept tí skatt­a­kravi, sum sjálvt Trónd­ur í Gøtu noyddist at lúta fyri. Fólkafloksmenn, sam­bandsmenn, javn­að­ar­menn og sjálvstýrismenn knúgv­aðu donsku mót­støð­uni.

 

Upphæddirnar sum danir gjalda fyri fólka­tings­mann­a­lønirnar eru smá­ar. Men tá vit koma til ta sannføring, at tað yv­ir­høvur ikki ber til hjá okk­um at áleggja donsku skatt­gjal­darnum at gjalda okkara sendimonnum nakað, er tað so mangt sum kemur upp á pláss.

 

Hvussu kunnu vit krevja at bara danir skulu gjalda fyri kongshúsið? Sambært sambandssáttmálanum er Danmarkar kongur ikki kongur her tí hann er Danmarkar kongur, men tí hann er kongur Føroya. Tað er er burturvið at vit ikki gjalda okkara lutfalsliga part av útreiðslunum til okkara ríkisleiðara.

 

Sama er galdandi fyri verjuna, løgregluna, dómsvaldið og øll tey málsøki, sum ikki eru yvirtikin. Eins lítið og tað er órímiligt at danir gjalda fyri okkara umboð á fólkatingi, er tað skeivt at danskir skattgjaldarar skulu leggja rygg til nakrar útreiðslur okkara vegna.

 

Teir flokkar, sum fyrst og fremst hava ta moralsku skyldu at fáa hetta upp á beint eru teir, sum samráddust við donsku stjórnina eftir annan heimsbardaga og stilla upp til hetta fólkatingsval: Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Teir útvegaðu okkum rætt til at skipa fyri øllum í okkara samfelag við at geva landsstýrinum tað amboð sum neyðugt er til at fáa okkum at klára okkum sjálvum: skattarætturin.

 

Teir himpraðust tó við at nýta hetta amboð tí teir hildu vit vóru ov fátæk. Hetta drál hevur verið okkum dýrt sum vit sóu í 1992. Men nú er viðvent í holuni. Okkara dugnaskapi fyri at takka er okkara BTÚ nú lutfalsliga størri enn tann hjá okkara sambandsríki Danmark. Tá kredittmetingar verða gjørdar, minkar okkara kredittvirði av tí at tað fátæka Danmark dregur okkum niður.

 

Teir tríggir flokkarnir, sum loystu okkum frá danska ríkiskassanum, hava nú møguleika fyri at taka upp nýggjan tátt. Hóskiligt er at teir leggja fyri við at sleppa dønum undan at gjalda fyri okkara umboðsmenn á danatingi. Hetta hevði eisini givið øðrum flokkum luft undir veingirnar og frælsi til at virka landi og tjóð at gagni í staðin fyri at vera lønartrælir hjá donsku stjórnini.

 

Hetta er teirra val.

 

Eyðsæð er at teir higartil hava valt skeivt.

 

Fara vit á val og greiða atkvøðu fyri nøkrum av teimum hava vit eisini gjørt fosturlandinum skaða.

 

Tí havi eg ikki samvitsku at fara á val hesuferð!

 

 

 

Zakarias Wang­