KÍ er aftur á svenskari jørð

Champions League: Hetta er fjórðu ferð, at KÍ spælir móti svenskari mótstøðu í Evropa

Mynd: (KÍ) Hópurin hjá KÍ á Eleda Stadion í Malmö

Tá KÍ í kvøld klokkan 18 spælir móti Malmö FF í 2. undanufarinum til Champions League, so er tað fjórðu ferð, at norðoyingar spæla Evropa-fótbólt móti svenskari mótstøðu.

 

Í 2007 spældi KÍ móti Hammerby í Intertoto Cup. KÍ tapti 1-0 á útivølli og 2-1 á heimavølli á Toftum. Kaj Ennigarð skoraði málið fyri KÍ. Síðani var KÍ ikki í Evropa í 10 ár. Tað var ikki fyrr enn Mikkjal K. Thomassen vendi skútuni við frá 2016 kappingarárinum, har KÍ vann steypakappingina og bleiv nummar tvey í landskappingini.

 

Tá var tað aftur svensk mótstøða. Tað var eitt felag, sum eitur AIK Stockholm og nú hevur ein venjara, sum eitur Mikkjal K. Thomassen. Í 2017 vistu partarnir ikki av hvørjum øðrum, men á Ovara vølli lærdi AIK, at KÍ og Mikkjal K. Thomassen ikki bara eru at spæla við. Tað endaði málleyst. Á Friends Arena í svenska høvðusstaðnum vann heimaliði tó heili 5-0.

 

Í fjør var aftur svensk mótstøða  í BK Häcken. Hesa ferð í 2. undanumfarinum í Champions League. Í Klaksvík megnaði KÍ at halda málið reint og í returdystinum vann KÍ eftir brotssparkskapping. Tað var hesin sigurin, sum endaliga tryggjaði KÍ eitt bólkaspæl í Evropa.

 

Í kvøld skal KÍ spæla móti Malmö FF, sum fyri aðru ferð møtir føroyskari mótstøðu. Malmö FF fekk skarpan gang móti HB í 2011. Malmö FF vann fyrra dystin 2-0 og í Gundadali endaði tað 1-1, eftir at HB var odda líka til yvirtíðina.

 

KÍ hevur tveir svenskar spælarar í hópinum. Teir eru Albert Ejupi og Alexander Berntsson. Báðir komu til felagið í summar og væntast at byrja inni í kvøld.

 

Dysturin millum Malmö FF og KÍ byrjar klokkan 18 í kvøld. KÍ-Varpið vísur dystin.

 

Mynd: (KÍ) Hópurin hjá KÍ á Eleda Stadion í Malmö