KÍ fær norskan dómara í dystinum móti Ballkani

KÍ spælir móti Ballkani á útivølli í kvøld klokkan 19

Klokkan 19 í kvøld skal KÍ royna at tryggja sær eitt gott útgangsstøðið ímóti Ballkani úr Kosovo á útivølli. Talan er um fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa Conference League.

 

Returdysturin verður á Tórsvølli komandi hóskvøld klokkan 19. 

 

Tað verður 34 ára gamli Espen Eskås úr Noregi, ið verður høvuðsdómari til dystin millum Ballkani og KÍ í kvøld. 

 

Espen Eskås hevur dømt dystir í bestu norsku fótbóltsdeildini síðani 2015, og hann hevur dømt altjóða dystir síðani 2016.

 

Espen Eskås hevur áður dømt níggju dystir í Europa League og Europa Conference League, umframt landsdystir í U17, U21 og í A-landsliðshøpi. Haraftrat hevur hann dømt 133 dystir í bestu norsku fótbóltsdeildini, so talan er um ein hampuliga royndan dómara. 

 

Fyri stuttum dømdi Espen Eskås ein venjingardyst millum Manchester United og Atletico Madrid.