KÍ fall saman

EB/Streymur vendi vónleysari støðu, tá tað á fyribils heimavøllinum á Skála gjørdist til javnleik móti KÍ

 

Lagið á gestunum var ringt, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað á Skála í dag.

 

KÍ var eitt skifti á odda 4-1, men tað eydnaðist gestunum at vinna sær javnleikin og harvið eitt týðandi stig í royndini at nærkast liðunum, sum eru omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Tað vóru vertirnir, sum løgdu bragdliga fyri, og tað var ikki lang tíð farin, áðrenn Jan á Høgaryggi hevði lagt teir á odda.

 

KÍ vísti tó eina løtu, at teir áttu favorittleiklutin uppibornan, og tá hol kom á, gekk skjótt fyri seg. Jóannes Bjartalíð skoraði tvær ferðir, meðan Heðin Klakstein og Hjalgrím Elttør skoraðu eitt mál hvør, so støðan gjørdist 4-1.

 

Beint undan steðginum minkaði Jan á Høgaryggi um munin, men sigurin hjá KÍ tóktist ikki vera í vanda. Stutt eftir steðgin vórðu bæði Ivan Joensen og Hjalgrím Elttør skiftir út. Teir báðir mannaðu sentrala miðvøllin, og í bakspeglinum kann kanska sigast, at talan ikki var um serliga væl eydnaða útskifting.

 

Í øllum førum fekk EB/Streymur nú fatur á rætta endanum. Brian Olsen minkaði um munin eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av klumpspæli, og so var tað, at Leif Niclasen javnaði, tá gott korter var eftir at spæla.

 

Bæði liðini spentu álopsbogan seinastu løtuna, og møguleikar vóru báðar vegir. Mál kom tó einki, og so var nøgdsemið stórt hjá heimamonnunum, meðan KÍ misti tað, sum líkist einum sera týðandi stigi í royndunum at røkka europisku plássunum.

 

EB/Streymur-KÍ 4-4 (4-2)

1-0: Jan á Høgaryggi, 9.

1-1: Jóannes Bjartalíð, 30.

2-1: Heðin Klaksteín, 33.

3-1: Jóannes Bjartalíð, 39.

4-1: Hjalgrím Elttør, 45.

4-2: Jan á Høaryggi, 45.

4-3: Brian Olsen, 57.

4-4: Leif Niclasen, 72.