KÍ fer at vinna ein dyst

Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ, sigur, at KÍ skjótt fer at vinna ein dyst. Hoyr samrøðuna her

Venjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein, harmast almikið um, at hansara lið enn einaferð tveitti eina tvey mála leiðslu burtur.


- Hetta er sama enn einaferð. Vit høvdu kanska uppiborið at vunnið, men megna ikki at verja fyri, sigur hann millum annað í samrøðu, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin niðanfyri myndina.


Har sigur Eyðun Klakstein eisini, at KÍ fer at vinna minst ein dyst, tað ið eftir er av kappingini.


KÍ spældi annars javnleik 3-3 í móti EB/Streymi í Klaksvík í dag. KÍ var á odda 3-1, tá bara tíggju minuttir restaðu og EB/Streymur skoraði til 3-3 í yvirtíðini.


KÍ – EB/Streymur 3-3 (1-0)

1-0: Páll Klettskarð, 2.

2-0: Páll Klettskarð, 46.

2-1: Niels Pauli Danielsen, 48.

3-1: Heðin Klakstein, 58.

3-2: Leif Niclasen, 80.

3-3: Egil á Bø, 90.