Tað má vera okkurt serligt við fótbóltsspælarum úr Klaksvík, sum ger teir so umbidnar úti í heimi. Fyrst var tað Todi Jónsson, síðani Jákup Mikkelsen og nú Heðin á Lakjuni.
Svend Jacobsen er formaður í KÍ, og hann sigur, at felagið gjørdi ein sáttmála við Heðin á Lakjuni beint áðrenn hann fór til Watford at royndarvenja.
? Vit gjørdu sáttmálar við allar spælarar í hópinum, beint áðrenn steypakappingin byrjaði, burtursæð frá Heðin, sum fekk sáttmála beint áðrenn hann fór til Watford, sigur Svend Jacobsen.
Ein av orsøkunum til, at eitt felag sum KÍ ger sáttmálar við allar sínar spælarar, er at forða øðrum føroyskum feløgum í at fara avstað við teimum, men so er tað sjálvandi eisini møguleikin fyri, at útlendsk feløg bjóða teimum til sín at spæla, og tá hevur tað týdning, at føroyska felagið ikki situr eftir við ongum, tá spælarin er farin. Og tað hevur KÍ roynt fyrr, fyrst við Toda Jónsson og seinni eisini við Jákupi Mikkelsen.
Men sambært nýggju reglunum er ein spælarasáttmáli lítið verdur, um hann ikki er góðkendur av nýstovnaðu sáttmálanevndini hjá FSF. Higartil hevur FSF bert góðkent ein sáttmála, tann millum Henning Jarnskor og GÍ, men sum skilst eru fleiri á veg.
? Vit hava enn ikki sent nakran sáttmála inn til FSF, men vit valdu at bíða, til vit høvdu gjørt allar okkara sáttmálar við spælararnar og so senda allar inn í senn, sigur Svend Jacobsen.
Sáttmálanevndin kann sostatt vænta at fáa út ímóti 20 sáttmálar at góðkenna frá KÍ ein av komandi døgunum.
Offrað nógvar pengar
? Tað hevur sjálvandi týdning fyri okkum, at KÍ eisini fær okkurt burtur úr peningaliga, um nú Heðin á Lakjuni velur at gera sáttmála við Watford, sigur Svend Jacobsen.
? KÍ var kanska fyrsta liðið, sum veruliga fekk skipað viðurskifti í ungdómsdeildini, og felagið hevur offrað nógvar pengar upp á teir heilt ungu spælararnar, sigur KÍ-formaðurin og vónar, at hesir pengarnir fara at koma innaftur, um onkur spælari verður seldur til eitt útlenskt felag.
Hann sigur, at hóast tað reint ítróttarliga uttan iva verður ein missur hjá 1. liðnum, um Heðin á Lakjuni fer, so hevur KÍ ein breiðan hóp í ár, og KÍ fer heldur ikki at seta seg ímóti, at hann fer til Watford, um hann hevur hug til tess.
? KÍ forðar ongum. Vit hjálpa heldur enn at forða, sigur Svend Jacobsen.