KÍ handverkið var nóg gott

B36 eigur framvegis fyrsta stigið til góða

Tað endaði við 3-1 sigri til favorittarnar úr Klaksvík, tá ið B36 í dag hevði vitjan av KÍ. Hálvleiksstøðan var eisini 3-1. KÍ hevur fulla úrtøku eftir tvey umfør, meðan B36 einki stig hevur vunnið.

 

Eftir steðgin kendist tað sum um, at klaksvíkingar fyrst og fremst hugsaðu um at varðveita leiðslua, hóast teir fleiri ferðir spældu seg til góðar málmøguleikar. B36 megnaði ikki at spæla seg ígjøgnum stinnu KÍ verjuna, har Odmar Færø var tryggur stýrimaður, og har René Shaki Joensen í dag var vongverji í vinstru, nú Claes Philip Kronberg ikki var á listanum.

 

Jákup B. Andreasen var fyri fyrstu ferð í næstan eitt ár millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ, og hann var uppií, tá ið KÍ eftir fríspark úr vinstru legði seg á odda 1-0. Málið varð tó skrásett at vera sjálvmál.

 

Hetta var í 9. minutti, og fýra minuttir seinni javnaði B36. Fyri triðju ferð í ár var miðverjin Bogi Reinert-Petersen. Hann skoraði tvey mál í Runavík fyri einari viku síðani. Uppleggið átti Pætur J. Petersen, sum í fjør spældi við KÍ, og sum stutt undan kappingarbyrjan skifti úr KÍ og til B36.

 

KÍ legði seg á odda 2-1 í 23. minutti. Málskjútti var Páll A. Klettskarð, sum skoraði fyri triðju ferð í ár. Uppleggið átti Hallur Hansson.

 

3-1 málið skoraði KÍ fýra minuttir undan steðginum. Málskjútti var Patrik Johannesen, og uppleggið átti Árni Frederiksberg, sum fleiri ferðir avgreiddi vandamiklar deyðbóltsstøður.

 

Í síðstu sekundunum sá Jákup B. Andreasen gula kortið fyri aðru ferð og noyddist tískil av vøllinum. Hann verður tí leikbannaður, tá ið EB/Streymur um tvær vikur verður gestur í Klaksvík. Annan sunnudag fer B36 suður til Suðuroyar, har tað ímóti TB fer at verða roynt eftir ársins fyrstu stigum.