KÍ hevur aftur skift málverja

Hannis Matras, ið er abbasonur legenduna Karl Isaksen, verjir málið hjá klaksvíkingum í kvøld

Hann visti ikki annað, enn at hann fór at sita á beinkinum og vera klárur, um tað visti so illa við, at KÍ málverjin Markus Olsen Pettersen ikki var førur fyri at halda fram at spæla.

 

Men soleiðis tørnaði tað ikki út.

 

Undir upphitingini varð Markus Olsen Pettersen so mikið illa darvaður av skaða í lærkrikanum, at hann noyddist at taka seg aftur. Og so var Hannis Matras settur at verja KÍ málið. Tað hevur hann ongantíð áður roynt í bestu deildini.

 

22 ára gamli Hannis Matras er abbasonur KÍ legenduna Karl Isaksen,  sum er 92 ára gamal, og sum framvegis fylgir væl við fótbólti og eisini KÍ. Hann vardi KÍ málið øll árini frá 1948 og fram til 1964 og vardi málið á landsliðnum í trimum dystum.

 

Hálvleiksstøðan í toppdystinum í Klaksvík millum KÍ, sum er fremst og B36, sum er næstfremst, er 1-0 til heimaliðið. Málið skoraði Mads Bo Mikkelsen, tá ið eitt lítið korter var farið. Hannis Matras hevur ikki havt so nógv at gera, men hann hevur víst, at evnini at verja málið eru góð. Hannis Matras hevur 33 ferðir vart málið á KÍ liðnum í 1. deild.

 

Tá ið KÍ næstsíðsta sunnudag var á útivølli ímóti HB, var tað óvæntað, tá ið 49 ára gamli Géza Turi vardi málið. Tað gjørdi hann, tí Markus Olsen Pettersen Olsen henda morgunin var sjúkur.