Í kvøld klokkan 18.30 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum B36 og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn.
KÍ hevur í landskappingini vunnið 3-1 á B36 í Gundadali 16. mars, og 2-1 á B36 á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík 22. juni.
21. apríl vann KÍ á vøllinum við Djúpumýru 5-4 (1-1) á B36 í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið aftaná vanliga leiktíð og brotssparkskapping.
KÍ er fremst í deildini við 49 stigum. B36 er nummar fimm við 25 stigum.
KÍ hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 4,90 og 7,00.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,50 og 5,05.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 1,37 og 1,44.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##