KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við nýggjan miðverja.
Talan er um Adam Ben Lamin, sum hevur skrivað undir uppá, at hann í 2025 og í 2026 fer at spæla við KÍ.
KÍ veit at siga, at hann millum annað er uppaldur í AIK, sum er felagið í Stokholm, har Mikkjal Thomassen fyrrverandi venjari hjá KÍ nú er venjari.
23 ára gamli Adam Ben Lamin hevur roynt seg á yngru svensku landsliðunum. Hann hevur ættarbond til Tunesia, sum hann hevur spælt ein a-landsdyst fyri.
Síðani í summar hevur hann ikki verið skrásettur at hoyra til nakað felag.
Leygardagin klokkan 12 fer KÍ at spæla í VFF kappingini á heimavølli ímóti NSÍ. Nýggi svenski spælarin kemur til Klaksvíkar um vikuskiftið, men hann verður ikki við í dystinum ímóti NSÍ.