KÍ boðar í dag frá, at nýggjur hjálparvenjari er settur.
Hjálparvenjari hjá Magnus Powel er Thomas Gabrielsson, sum er svenkari:
- Eg eri fegin og stoltur av at vera partur av KÍ-Klaksvik. Tað er eitt topplið, og eg vóni, at vit vinna saman.
- Eg gleði meg eisini at arbeiða saman við Magnus Powell og restini av starvsfólkunum. Magnus er royndur og vitandi; tað verður ein fragd at arbeiða saman við honum.
- Fyri meg kennist tað sera hugvekjandi at royna nýggja umhvørvið. Eg havi fingið sera professionella viðferð higartil frá øllum, sum eg havi havt samband við í felagnum. Eg eri ógvuliga spentur upp á nýggju uppgávuna, sum byrjar nú í januar og ikki minst at møta hjálparfólki, leikarum og øllum, sum eru kring felagið. Mítt mál og vón er, at komandi ár kemur at eydnast okkum væl.
Thomas er 43 ára gamal. Hann hevur verið hjálparvenjari í fleiri svenskum feløgum. Síðstu tíðina hevur hann verið høvuðsvenjarin í Østersund, har Magnus Powell eisini hevur starvast.
KÍ-leiðslan fegnast um, at komandi ár er mansliðið undir tryggari og royndari leiðslu.
Eftir ætlan byrjar venjingin hjá Betri Monnum mánadagin, 6. januar.