Éftir kappingarárið 2020 takkaði hann fyri seg, og í ár hevur hann ikki spælt á høgum stigi.
Men nú hevur hann skrivað undir uppá at taka eitt tørn aftrat.
Talan er um KÍ veteranin Meinhardt Joensen.
42 ára gamli málverjin helt, at tað var rætta løtan at gevast, tá ið bæði Kristian Joensen og Mathias Rosenørn vóru málverjar í felagnum.
Nú er Kristian Joensen fluttur úr KÍ og í EB/Streym, og nú hevur Meinhardt Joensen játtað at taka eitt tørn aftrat, so meistararnir framvegis hava tveir málverjar, ið eru skikkaðir at verja málið í bestu deildini.
Meinhardt Joensen hevur altíð lagt nógv fyri í venjing, og hóast hann kanska ikki hevur vant heilt so nógv á vøllinum hetta síðsta árið, sum hann hevur gjørt nógvu tey undanfarnu árini, so er eingin ivi í, at KÍ hevur tryggjað sær skikkaðan málverja, sum fer at kappast við Mathias Rosenørn um plássið millum stólprnar.
KÍ skrivar soleiðis á heimasíðu síni ídag:
42 ára gamli málverjin hevur skrivað ein eitt ára langan sáttmala við KÍ.
Meinhardt er kendur í KÍ, har hann fekk debut í bestu deildini í ár 2000. Samanlagt hevur Meinhardt leikt 334 dystir í bestu deildini.
Ætlanin er, at royndi málverjin skal hjálpa KÍ hópinum komandi ár, nú Kristian Joensen hevur takkað fyri seg í KÍ.
Í sama andadrátti ynskja vit úr KÍ at takka Kristian Joensen fyri 6 framúr kappingarár í KÍ búnanum.
Vit ynskja somuleiðis Meinhardt Joensen hjartaliga vælkomnan aftur í Betri hópin hjá KÍ monnum!