KÍ vann norðoyastevnudystin ímóti NSÍ. Úrslitið var 3-2, og sigurin ber við sær, at tað nú eru sjey stig frá KÍ og aftur til NSÍ, sum er tvey stig frammanfyri HB. Tað eru altso níggju stig frá KÍ og aftur til HB, sum er á triðja plássi.
KÍ var frammanfyri 2-0, men NSÍ minkaði um munin til 2-1, tá ið tað restaðu tríggir minuttir av fyrra hálvleiki, og tá ið ein tími var farin, javnaði NSÍ til 2-2 og so var tað heilt opið. KÍ sigursmálið sjey minuttir undan leikloki var sjálvmál.
KÍ legði bragdliga fyri, og tá ið Patrik Johannesen í 8. minutti og fyri opnum máli setti bóltin í málið, kendist tað soleiðis, at heimaliðið hevði heilt gott tak á tí. Uppleggið til málið var, tá ið Árni Frederiksberg við frísparki sendi bóltin úr vinstru og fram til handara stólpa, har Páll A. Klettskarð legði bóltin inn fyri málið.
KÍ hevði tak á tí stóran part av fyrra hálvleiki, og tá ið tað fýra minuttir undan steðginum varð 2-0, kendist tað sum um, at spurningurin var, hvussu stórur sigurin fór at verða. Tá var tað Jóannes K. Danielsen, sum legði flatt innfyri úr høgru, og við nærra stólpa takk Páll A. Klettskarð seg fram og stýrdi bóltin í málið.
Ein minutt seinni minkaði NSÍ um munin, og so var tað heilt opið aftur. Málskjútti var Aron Knudsen, sum av álvara hevur vunnið pláss millum teir fyrstu ellivu. KÍ blokeraði seg, tá ið Klæmint A. Olsen royndi seg, og so fluktaði Aron Knudsen úr stuttari fjarstøðu og umvegis svørðin bóltin í málið.
KÍ legði bragdliga fyri eftir steðgin, men NSÍ fótaði sær, og tá ið ein tími var farin, var tað Klæmint A. Olsen, sum javnaði til 2-2. Úr stuttari fjarstøðu og eftir eitt sindur av aftur og fram stýrdi hann bóltin í málið.
So var púra opið, og tað vóru møguleikar og støður í báðum endum. Sigursmálið skoraði heimaliðið sjey minuttir undan leikloki. Árni Frederiksberg royndi seg við frísparki úr høgru, og undir málinum var Klæmint A. Olsen óheppin, tá ið hann royndi við høvdinum at beina bóltin burtur. Bólturin sigldi omanfyri NSÍ málverjan Kristian Joensen og í málið.
NSÍ spenti álopsbogan, og tað var øgiliga intenst og spennandi, inntil Eiler Rasmussen í 111. minutti bríkslaði fyri síðstu ferð. Tað var ferðmikið, og lan var um nógvar nærdystir og ikki um so polerað og skipað fótbóltsspæl.
Nógvu áskoðararnir livdu við, og tey í heimaleguni kendu stóran lætta, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Hóast KÍ er sjey stig undan NSÍ og níggju stig undan HB, so sást í kvøld, at tað er so mikið tætt millum tey fremstu, at tað framvegis er spenningur og nógv at spæla um í kappingini um FM heitið.
KÍ – NSÍ 3-2 (2-1)
1-0: Patrik Johannesen
2-0: Páll A. Klettskarð
2-1: Aron Knudsen
2-2: Klæmint A. Olsen
3-2: Sjálvmál
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Lars Markmanrud, Fabian Østigård Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Petur Knudsen – Aron Knudsen, Klæmnt A. Olsen, Jasper Van Der Heyden
KÍ | 12 | 11 | 1 | 0 | 41 | 7 | 34 |
NSÍ | 12 | 9 | 0 | 3 | 51 | 16 | 27 |
HB | 12 | 8 | 1 | 3 | 26 | 22 | 25 |
B36 | 12 | 6 | 2 | 4 | 19 | 17 | 20 |
Víkingur | 12 | 5 | 2 | 5 | 14 | 13 | 17 |
EB/Streymur | 12 | 5 | 2 | 5 | 12 | 19 | 17 |
B68 | 12 | 4 | 2 | 6 | 15 | 26 | 14 |
07 Vestur | 12 | 2 | 1 | 9 | 15 | 21 | 7 |
FC Suðuroy | 12 | 2 | 0 | 10 | 7 | 30 | 6 |
TB | 12 | 1 | 3 | 8 | 10 | 39 | 6 |