KÍ hevur stongt málið undan norðoyastevnu

Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti, tá ið KÍ vann fyri sættu ferð á rað

Tað endaði við 4-0 heimasigri, tá ið KÍ í dag hevði vitjan av B68. Hetta var sætti KÍ sigurin á rað, og í hesum seks dystunum er bara eitt mál farið ígjøgnum. Tað var, tá ið KÍ vann 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi.

 

KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti, og hann er nú á máltindinum við 12 málum.

 

-Ímóti Víkingi á norðoyastevnu verður avgerandi dystur fyri bæði Víking og okkum, og vit gleða okkum at spæla tann dystin. Tað gekk væl hjá okkum í dag, og vit fegnast um hvønn sigur, og at vit framvegis eru við í FM stríðnum, sigur Páll A. Klettskarð í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

Pætur J. Petersen, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, legði stutt undan steðginum KÍ framum. B68 var undirmannað, tí verjukempan Áki Johannesen lá skaddur á vøllinum. Patrick Da Silva legði fínt innfyri úr vinstru, Tórður Thomsen hálvbjargaði ógvuliga væl, tá ið Claes Philip Kronberg royndi seg við stútara, og so var Pætur J. Petersen fyrstur á returbóltinum.

 

Beinanvegin eftir steðgin økti Páll A. Klettskarð um munin til 2-0, tá ið hann heilfluktaði eftir fríspark frá Árna Frederiksberg, og Árni átti eisini uppleggið úr høgru, tá ið Páll A. Klettskarð miðskeiðis í seinna hálvleiki økti um munin til 3-0.

 

Tveir minuttir seinni staðfesti innskifti Jonn Johannesen sigurin, tá ið hann eftir innlegg úr høgru frá Claes Philip Kronberg við høvdinum setti bóltin í málið.

 

B68 miðvallarin Ragnar Samuelsen ásannar, at tað kom sera illa við, at KÍ skoraði stutt undan steðginum, og at KÍ økti til 2-0 í fyrsta minutti eftir steðgin:

 

-Vit vóru væl nøgdir, tá ið vit fóra at hvíla okkum, tí tað hevði gingið fyri seg eftir okkum fyritreytum. At teir so skoraðu beinanvegin eftir steðgin, tók grundarlagið undan okkara ætlanum, sigur Ragnar Samuelsen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1.

 

At EB/Streymur í dag vann á heimavølli ímóti Skál ber við sær, at tað nú eru fýra stig frá B68 og fram til EB/Streym:

 

-Í næsta umfari fáa vit vitjan av EB/Streymi, og vit kenna okkum vísar í, at tað eigur at bera til hjá okkum at vinna fulla úrtøku og harvið at taka trý stig inn á EB/Streym, sigur Ragnar Samuelsen.