Áki hevur tørv á stuðli

Hann droymir um at sleppa til paralympisku leikirnar í Tokyo í 2020.

Áki Joensen biður føroyingar og onnur áhugað um hjálp. Hann ynskir at fáa nøkur oyru, sum kunnu vera við til at hjálpa honum eitt fet á leiðini at røkka sínum dreymi um at sleppa til paralympisku leikirnar í Tokyo í 2020.


37 ára gamli føroyingurin er búsitandi í Aalborg. Hann er spastiskt lammaður og situr í koyristóli. Hann er ógvuliga íðin í ítrótti og hevur eitt nú verið við danska landsliðnum til EM í koyristólsfótbólti.


Eisini er hann ógvuliga frammaliga í boccia, sum hann hevur íðkað síðani hann var sjey ára gamal, og sum hann leggur nógva orku í. Áki kundi nú hugsað sær at sloppið til tað allarstørstu kappingina.


Les eisini: Áki úttikin til EM í koyristólsfótbólti


- Mítt størsta mál er at luttaka í paralympisku leikunum í Tokyo í 2020. Størsta avbjóðingin er at fáa fíggjað útreiðslurnar fyri trý fólk, meg og hjálparar mínar, sigur Áki Joensen, ið er uppvaksin í Tórshavn.


Áki fær stuðul frá myndugleikunum, men tað er ikki nóg mikið til at fíggja alt, ið krevst fyri at gera seg tilreiðar til paralympisku leikirnar. Hann venur upp til 10 ferðir um vikuna og kappast eisini javnan uttanlands.

 

 

Fyri at hann skal sleppa við til OL, so er neyðugt hjá Áka at savna sær eitt ávíst tal av stigum saman. Hesi stigini fær hann einans í altjóða kappingum, og tí verður hann noyddur at ferðast nógv komandi tvey ella trý árini.


Umframt tað, so hevur Áki tørv á nýggjum bóltum og útgerð fyri at halda rampuni og øðrum við líka. Um onkur ynskir at stuðla Áka við dreymi sínum, so ber til at lata eitt oyra umvegis heimasíðuna HER.

 

 

Stuðla Áka við at trýsta HER