Tað vera ivaleyst heilt nógvir KÍ fjepparar kring heimavøllin fríggjakvøldið, tá ið KÍ fær vitjan av B68, sum berjist fyri at sleppa undan niðurflyting.
Eftir 22. umfar og 2-1 sigurin í Gøtu, sum varð tryggjaður við framúr frísparki, sum Árni Frederiksberg tók sær av, eru FM favorittarnir 12 stig frammanfyri Víking, sum framvegis er á øðrum plássi.
Fríggjakvøldið vera tveir dystir. Umframt at KÍ fær vitjan av B68, so fara B36 og Skála at spæla í Gundadali.
Um tað eydnast KÍ fríggjakvøldið at vinna á heimavølli ímóti B68, og um tað ikki eydnast Víkingi at vinna fulla úrtøku í Gundadali ímóti HB leygardagin, so verður KÍ meistari. Tá fer KÍ at hava 65 stig, og Víkingur fer í mesta lagi at hava 51 stig. Munurin verður 14 stig, og tað vera bara 12 stig eftrir at spæla um.
Dysturin í Klaksvík fríggjakvøldið verður klokkan 19. So fæst at síggja, hvat tey finna uppá í Klaksvík leygardagin, um KÍ fríggjakvøldið vinnur fulla úrtøku, og um Víkingur ikki vinnur fulla úrtøku í Gundadali leygardagin.
Fríggjadagin
KÍ – B68: Dagfinn Forná kl. 19.00
B36 – Skála: Rúni Gaardbo
Leygardagin
NSÍ – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum
EB/Streymur – AB: dómarin er ikki settur
HB – Víkingur: Eiller Rasmussen
-
KÍ | 22 | 20 | 2 | 0 | 57 | 7 | 62 |
Víkingur | 22 | 16 | 2 | 4 | 62 | 21 | 50 |
HB | 22 | 14 | 4 | 4 | 47 | 22 | 46 |
B36 | 22 | 11 | 3 | 8 | 45 | 22 | 36 |
EB/Streymur | 22 | 9 | 4 | 9 | 29 | 40 | 31 |
07 Vestur | 22 | 6 | 4 | 12 | 25 | 55 | 22 |
NSÍ | 22 | 6 | 2 | 14 | 26 | 47 | 20 |
AB | 22 | 6 | 2 | 14 | 28 | 61 | 20 |
B68 | 22 | 5 | 3 | 14 | 29 | 46 | 18 |
Skála | 22 | 1 | 6 | 15 | 22 | 49 | 8 |