Sólin skínur, og fótbóltslagið í Klaksvík er í toppi.
Í dag vann KÍ 3-0 ímóti Víkingi, ið sambært støðutalvuni er liðið, sum er fremsti avbjóðari hjá klaksvíkingum í FM kappingini.
Úrslitið var 3-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.
Bob Sumareh skoraði fyrsta málið beinanvegin, eftir at sera ágangandi heimaliðið frammarlaga á vøllinum hevði vunnið bóltin frá Víkinga miðvøllinum.
Allan fyrra hálvleik vóru víkingarnir um ein háls og pressaðir langt aftur á vøllin. Klaksvíkingar vóru sera ágangandi, arbeiddu nógv, og teir dugdu væl at finna hvønn annan.
Fyrstu løtuna eftir steðgin tóktist tað sum um, at Víkingur fótaði sær, og onkra ferðina var tað ikki so langt frá, at støðan varð spent í brotsteiginum hjá heimaliðnum.
Men Mathias Brinck Rønne og miðverjarnir Odmar Færø og Heini Vatnsdal og vongverjarnir Jóannes K. Danielsen og Jesper Brinck megnaðu aftur at halda tætt, og nú eru gingnir fleiri enn 900 minuttir, síðani mál fór ígjøgnum hjá KÍ.
Jákup B. Andreasen sá gula kortið í fyrra hálvleiki, men tað darvaði honum ikki at vera eyðsýnt millumlið á miðvøllinum.
Tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki, økti Árni Frederiksberg um munin til 2-0. Tað var eitt vet úr høgru og við vinstra beini í handara síðunetið.
-Tað hevði stóran týdning, at vit skoraðu tíðliga í fyrra hálvleiki, tí tað bar frið við sær á spælið, og vit vóru tolnir og megnaðu at halda høvdið kalt. Tá ið vit øktu um munin til 2-0, kendist tað sum um, at nú høvdu vit heilt gott tak á, og so var tað hugaligt, at innskifti Jóannes Bjartalíð staðfesti 3-0 sigurin, eftir at Jesper Brinck úr vinstru hevði lagt flatt innfyri, sigur væl upplagdi Árni Frederiksberg við Trónd Arge í FM1.
Vóru tað tit, sum vóru heilt sannførandi, ella var tað Víkingur, sum ikki stóð seg so væl?
-Tað mugu vit døma um. Vit vóru øgiliga fokuseraðir á at standa okkum væl frammanfyri sera áhugaðu viðhaldsfólkunum. At tað eydnaðist komst ikki minst av, at vit arbeiddu væl og skipað, og at vit løgdu nógv fyri. Nú kennast vit væl, vit hava greiðar avtalur og mannagongdir, og tað sást væl, sigur Árni Frederiksberg.
Hjálparvenjari hjá Víkingi er Svenn Ó. Olsen, og hann ásannar, at hetta var ikki dagurin hjá Víkingi:
-Tað er sera friðarligt í umklæðingarrúminum. Vit vita allir, at tað eingin ivi var um, at KÍ var greitt omaná. KÍ hevur eitt sera gott lið, men í dag fingu teir ikki tað mótspælið, sum vit vita, at vit eru førir fyri at geva teimum. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru vit meiri við, og høvdu vit tá megnað at javna, so vita vit ikki, hvussu tað hevði tørnað út. Tað gjøru vit ikki, og tá ið so KÍ økti um munin, var spurningurin meiri, hvussu stórur sigurin fór at verða, sigur Svenn Ó. Olsen í samrøðu við Trónd Arge á FM1.
KÍ – Víkingur 3-0 (1-0)
1-0: Bob Sumareh 6.
2-0: Árni Frederiksberg 61.
3-0: Jóannes Bjartalíð 83.
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Árni Frederiksberg (Boris Dosljak, 88.), Deni Pavlovic (Jóannes Bjartalíð, 82.), Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Bob Sumareh (Ivar Sollie Rønning, 82.), Páll A. Klettskarð
Gult kort: Jákup B. Andreasen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Noah Mneney, Geza David Turi – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson (Ingi Jonhardsson, 68.), Olaf Bárðarson (Martin Klein Joensen, 68.) – Andreas Lava Olsen
Gult kort: Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Noah Mneney
Venjari: Jóhan Petur Poulsen