KÍ kvinnurnar hava vunnið FM fyri 22. ferð

Kvinnur: Við trivaligum sigri í Sarpugerði í dag tryggjaði KÍ sær FM heitið fyri fjórðu ferð á rað og fyri 22. ferð tilsaman

Síðsta leygardag – fyri einari viku síðani – varð tað staðfest, at KÍ menninir hava endurvunnið FM heitið. Hetta hóast tað eru fýra umfør eftir at spæla.

 

Í dag var 19. av 21 umførum. KÍ hevði á útivølli ímóti Víkingi fyrsta møguleikan at tryggja sær FM heitið, og sigursvandu kvinnurnar úr Klaksvík tóku av við brestin.

 

KÍ vann 4-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Nú hevur KÍ 48 stig, og næstfremst er NSÍ, sum við 7-0 heimasigri ímóti TB/FCS/Royn hevur togað seg fram á 40 stig. Tá tað eru átta stig á muni millum tvey tey fremstu, og tað bara eru tvey umfør eftir, so er tað greitt, at tær úr Klaksvík hava vunnið FM í 2022.

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum eigur KÍ 15. oktober 07 Vestur á heimavølli og leygardagin 22. oktober NSÍ á útivølli.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var KÍ frammanfyri 2-0.

 

Durita Hummeland setti í 12. minutti hol á við rimmarskoti úr vinstru og upp í nettakið. Tað var eftir sending frá bólttrygga miðvallaranum Eyðvør Klakstein, og 10 minuttir seinni var tað Maria Vinjardsdóttir Johansen, sum økti um munin til 2-0.

 

Bæði málini eftir steðgin vórðu skorað av spælarum, sum í seinna hálvleiki vórðu skiftar inn. Malena Olsen økti til 3-0, tá ið hon eftir innlegg úr vinstru frá Rannvá B. Andreasen og av brotssparksblettinum snaraði um seg sjálva og setti bóltin í málið. Og so var tað, at Rannvá Biskopstø Andreasen eftir fríspæling av tvíburasystrini Ragnu, sum eisini varð skift inn í seinna hálvleiki, av brotsteigarmarkinum og eitt sindur úr vinstru setti bóltin flatt í handara síðunetið.

 

KÍ vann FM fyrstu ferð í 1997, og ársins FM heiti er tað 22., sum óføru kvinnurnar í Klaksvík vinna.

 

-

 

19153161848
NSÍ191243721640
HB181017522331
B3619748452925
Víkingur19739553424
EBS/Skála18738352824
07 Vestur197210434423
TB/FCS/Royn19001931810

 

  -

 

KÍ FM vinnari

 

  1. 1997
  2. 2000
  3. 2001
  4. 2002
  5. 2003
  6. 2004
  7. 2005
  8. 2006
  9. 2007
  10. 2008
  11. 2009
  12. 2010
  13. 2011
  14. 2012
  15. 2013
  16. 2014
  17. 2015
  18. 2016
  19. 2019
  20. 2020
  21. 2021
  22. 2022