KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við tríggjar av ungu spælarunum í felagnum. Talan er um 19 ára gomlu og lokalu Silas Gaard og Jákup N. Vilhelmsen, sum hava longt við einum ári, og 21 ára gamli Latif Issah Ahmed, iðhevur longt við tveimum árum.
- Silas Gaard er serliga góður ein ímóti einum og er ein sera kvikur spælari, sum vit síggja stóra menning og framtíð í. Jákup N. Vilhelmsen er ikki bangin fyri at traðka á vøllin, og hvørjaferð er tað hundrað prosent. Hann er sterkur og hevur ein framúr góðan vinstrafót, sum kemur væl við í verjuni. Báðir spælarar hava, hóast lítla spælitíð, ment seg nógv seinasta árið. Og er hendan menning ein liður í at sáttmalarnir verða longdir, skrivar KÍ.
- 21 ára gamli Latif Issah Ahmed kom til KÍ 18.juni í ár og hevur hetta hálvárið vant seg við okkara umstøður og mentan. Hann hevur longt tvey ár við felagið og verður ein partur av hópinum til og við kappingarárið 2025. Hann er kvikur og ein tekniskur spælari, nærlagdur og vit vænta okkum enn meir av honum komandi ár, skrivar KÍ.
Tað er longu nú greitt at bæði Ari í Haraldsstovu Petersen og Dan í Soylu verða nýggir í hópinum til komandi kappingarár.