Áki Olsen til Neistan

Hondbóltur: Vestmenningurin skiftir VÍF út við Neistan

Vestmenningurin Áki Olsen skal í vetur spæla hondbólt fyri havnaliðið Neistan.

Sambært Neistanum er avtalan millum felagið og Áka Olsen komin uppá pláss.

Ætlanin er, at Áki Olsen skal verða hjálparvenjari hjá Páll Poulsen, umframt at hann sjálvandi skal spæla.

Orsøkin til, at Neistin nú er farin at styrkja besta mansliðið við spælarum aðrastaðni frá er, at teir halda seg missa nógvar góðar spælarar til onnur feløg. Ungdómsarbeiðið hevur verið gott í Neistanum, men ofta er málið hjá hesum spælarum at koma á 1. lið í til dømis Kyndli, sum ofta kappast um meistaraskapin.

Við at styrkja 1. lið í felagnum, vónar Neistin at teir framyvir fara at klára at halda bestu spælarunum í felagnum tá teir koma í vaksmannadeildina.