KÍ sett nýggjan venjara

Betri deildin menn: KÍ fer í dag klokkan 17.30, at kunngera hvør er nýggjur venjari í felagnum

Leiðslan hjá KÍ hevur sett eina innbjóðing til fjølmiðlarnar, har tað verður boðað frá, at felagið klokkan 17.30 í dag fer at kunngera hvør er nýggjur venjari í felagnum.

 

Eftir átta ár í Klaksvík, bleiv Mikkjal K. Thomassen seldur til Fredrikstad FK í næstbestu deildini í Norra. Hann hevur verið drívmegin í framgongdini hjá KÍ hesi árini. Tí verður mett úr Klaksvík, at tað er av stórum týdningi at seta rætta venjaran.

 

KÍ vann meistaraheitið í ár við 77 stigum av 81 møguligum. Tað er met. Tað eydnaðist tó ikki at vinna steypakappingina, og stóra málið hjá felagnum hevur verið at vunnið seg í eitt bólkaspæl í Evropa.

 

Hetta kann ein nýggjur venjari so framvegis royna eftir. Tað verður einki sagt um hvør tann nýggi venjarin er. Tað hevur ljóðað, at KÍ hevur leitað í norðurlondum.