KÍ-Skála, steypahandan og formansrunda á FM1

Fótbóltur er á skránni á FM1 frá klokkan 14 í dag

Fótbóltur er á skránni á FM1 frá klokkan 14 í dag.

 

Skráin er hendan:

 

Klokkan 14: Fótbóltspanelið (e). Gestur: Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari.

 

Klokkan 14.55  Ringt verður til Arnar Lognberg, Undrið FF fyri at taka samanum dystin Undrið FF-TB í 1. deild, ið byrjar á Hoyvíksvøllinum klokkan 13.30. Ringt verður aftur tá dysturin er liðugur.

 

Klokkan 15.10: Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum KÍ-Skála við Djúpumýru í Klaksvík. Árni Gregersen er heimildarmaður til dystin millum Víking og EB/Streym í Sarpugerði í Norðragøtu, og Eyðun Samuelsen er heimildarmaður til dystin millum HB og NSÍ í Gundadali í Havn.

 

Klokkan 17.10: Steypahandan í Klaksvík.

 

Klokkan 17.30: Formansrunda. Prátað verður við formennirnar hjá HB, B36, EB/Streymi, 07 Vestur, B68, AB, NSÍ og Skála um júst farna kappingarárið. Formennirnir hjá KÍ og Víkingi fara at taka samanum teirra kappingarár aftaná steypafinaluna komandi leygardag.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo