Kia Carnival - facelift og munandi størri dieselmotor

Kia eru komnir á marknaðin við Carnival í nýggjari útgávu. Síðan teir fyrstu Carnival komu higar í 1999, hava teir verið væl móttiknir, bæði til stórar familjur og sum hýruvognar

Magnus Gunnarsson

Kia Carnival er nakað broyttur bæði uttan og innan. Bilurin er framvegis ein av størstu MPV bilum á marknaðinum. Eisini hevur hann nú fingið ein tann størsta commonrail dieselmotorin í sínum klassa, talan er um 2.9 litur motorin við 144 hk. Samstundis er motorurin vorðin munandi meira ljóðleysur.

Alt nýtt innan
Størstu broytingarnar eru innan. Instrumentborðið er heilt nýtt við træpanelum og alu-look tilfari. Setrini eru nýggj og alt er annars er gjørt í betri kvaliteti. Har eru heili 3 handskarrúm og nokk av plássi at leggja lutir frá sær á. Man kann ganga ímillum øll setrini uttan at skula út úr bilinum. Sum nakað nýtt kunnu øll tey aftaru setrini takast úr bilinum í eini handavending.