Kia er mest seldi bilur í Føroyum

Higartil í ár er koreanska bilmerkið mest seldi bilur í Føroyum.

Tað vísir uppgerð frá Akstovuni, sum hevur gjørt upp bilasøluna ársins fyrstu sjey mánaðir.

 

Og tey hagtølini vísa, at bæði í juli mánaði og higartil í ár er koreanska bilmerkið mest seldi bilur í Føroyum.

 

Higartil í ár eru seldir 193 nýggir Kia bilar. Toyota er á ørðum plássi við 169 bilium og Volkswagen á triðja plássi 156 bilum.

 

Taka vit juli mánað fyri seg, so liggur Kia eisini á odda við 25 bilum. Næstmest seldi bilur í juli er eisini Toyota við 21 bilum og Volkswagen á triðja plássi við 19 bilum.

 

Higartil í ár eru seld tilsamans 1794 nýggj akfør. Tað er ein framgongd í mun til í fjør upp á 109 akfør, tí ársins fyrstu sjey mánaðir í fjør vórðu seld tilsamans 1685 nýggj akfør, ein framgongd upp á 6,5 prosent.

 

Les eisini: Bilsølan eitt vet størri enn í fjør

 

##med2##

 

Her er topp 10 listin yvir mest seldu bilar higartil í ár:

 

KIA 193

 

TOYOTA 169

 

VOLKSWAGEN 156

 

FORD 137

 

VOLVO 128

 

HYUNDAI 127

 

MERCEDES-BENZ 85

 

RENAULT 85

 

CITROEN 66

 

SUZUKI 64

 

Her er topp 10 listin yvir mest seldu bilar í juli í ár:

 

KIA 25

 

TOYOTA 21

 

VOLKSWAGEN 19

 

MERCEDES-BENZ 13

 

VOLVO 11

 

BRENDERUP 10

 

SUZUKI 10

 

CITROEN 8

 

FORD 8

 

HYUNDAI 8

 

 

 

 

 

Leiðslan á Bilrøkt: Vinjard Johansen, sølustjóri, Høgni Eysturoy, verkstaðsleiðari, og Jákup á Borg, stjóri