Heimsins besti móti heimsmeistara - beinleiðis á TV3 Sport leygardagin

Dysturin millum THW Kiel og Flensburg Handewitt spæla leygardagin klokkan 14.40

Í morgin klokkan 14.40 møtast liðini hjá heimsins besta unga hondbóltsleikara, Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og heimsmeistaranum, Jóhan á Plógv Hansen, THW Kiel og Flensburg Handewitt í dysti í bundesliguni í Wunderino høllini í Kiel.

 

Talan verður um 110. grannauppgerðina í Norður-Týsklandi millum Kiel og Flensburg. Í Týsklandi er talan um ein ógvuliga prestisjutungan dyst, ið tey nevna: "Nord-derby". Vit her norðuri í høvum kundu kanska nevnt dystin millum Elias og Jóhan: "Heimskringlu".

 

TV3 Sport, ið sæst á Televarpinum vísir stórdystin í bundesliguni beinleiðis. Sendingin byrjar klokkan 14.35.

 

Seinast liðini møttust á heimavøllinum hjá Flensburg 7. september í fjør vann Flensburg dystin 28-27, so her er nakað at hevna hjá Kiel.

 

Flensburg er nummar trý í bundesliguni við 37 stigum. Kiel er nummar fýra við 34 stigum. Kiel hevur tó spælt ein dyst færri enn Flensburg.