Kyndil - KÍF: 21-30
Frá byrjan til enda stóð tað KÍF á hesum dystinum. Teir vóru skjótir at vinna sær eina leiðslu, og hon bleiv ongantíð hótt. Til tað var verjan hjá KÍF alt ov góð, meðan álopsspælið hjá Kyndli var ov vánaligt.
Helst kundi KÍF havt vunnið væl meiri, men velja at slappa av og skifta út í seinna hálvleiki. Skal ein maður veljast burtur úr hjá KÍF, so er tað helst Nicklas Selvig. Hann skoraði tíggju mál og var sjónligur í álopsspælinum, men samanumtikið, so var tað verjan hjá KÍF sum var sterkasti parturin av liðnum.
KÍF er nú fýra stig fremst í bestu deildini hjá monnum, men hava spælt tveir dystir fleiri enn VÍF, sum er á øðrum plássi.
Málskjúttar:
Kyndil: Bjarni Sørensen 4, Hans Áki Dal-Christiansen 3, David Edvardsen 3, Josef Abrahamsen 3, Julian Johansen 2, Finnur Hansson 2, Hans Arni Thomsen 1, Ken Zachariasen 1
KÍF: Nicklas Selvig 10, Tony Weyhe 4, Magnus Muller 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Jákup Trygvason 3, Rúni Joensen 2, Rógvi Weyhe 2, Andrias Nielsen 1, Rasmus Junker 1
Liðugt: (21-30) KÍF vinnur ein greiðan og lættan sigur
53.min: (16-28) Nicklas Selvig skorar sítt mál nummar tíggju í dystinum í dag. KÍF hevur skift nógv út og tekur sær av løttum. Avrikið hjá Kyndli er út av lagi vánaligt.
45.min: (12-24) Kyndil hevur stórar trupulleikar í dag og líkist als ikki einum liðið, sum ætlar sær í toppin av føroyskum hondbólti. Hinvegin, so gongur tað skjótt og lætt, tá teir fara í álop, meðan verjan er sterk.
40.min: (8-20) Skrædl í høllini á Hálsi. Kyndil verður runnið umkoll av skjótálopunum hjá KÍF. Kyndil gera nógvar býttar feilir í álopsspælinum, og nú eru teir bara givnir at renna aftur, tá KÍF fer í mótálop. Klassamunur.
36.min: (8-16) Kyndil verða revdaðir við kassa 1. Hvør einasti feilur endar við einum KÍF mótálopi.
31.min: (7-13) Liðini byrja seinna hálvleik við at skjót hvør sítt mál.
Seinni hálvleikur:
Hálvleikur: (6-12) Verjan hjá KÍF hevur av álvara víst seg frá síni bestu síðu í dag. Kyndil hevur bara fingið seks mál í fyrra hálvleiki. Upp til fleiri ferðir, so hevur Kyndil havt drúgv álop, sum so endaði við at KÍF drønar í mótálop og skorar.
Nicklas Selvig, KÍF, er fyrsti spælarin at skjóta fimm mál í hesum dystinum.
Málskjúttar í fyrra hálvleiki:
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 3, David Edvardsen 3, Julian Johansen 1
KÍF: Nicklas Selvig 5, Tony Weyhe 3, Magnus Muller 2, Andrias Nielsen 1, Rúni Joensen 1
26.min: (6-11) KÍF tekur time-out. Kollfirðingar hava tamarhald á støðuni og eru á odda við fimm málum. Nicklas Selvig er sjónligur á álopsspælinum, meðan tað heilt greitt verja hjá KÍF, sum er verd at nevna.
22.min: (4-10) Nú hevur tað so eydnast Kyndli at fáa hol á, men tað er framvegis KÍF, sum ræður í høllini á Hálsi.
11.min: (1-5) KÍF hevru fingið eina flúgvandi byrjan upp á dystin. Kyndil tekur time out, fyri at finna eina loysn, so teir kunnu fáa mál. Verjan hjá KÍF er krútsterk í løtuni
7.min: (0-3) Kyndil hevur ilt við at koma til skot, meðan KÍF revsar í hinum endanum. Nicklas Selvig longu á tveimum málum.
3.min: (0-1) Nicklas Selvig hevur skotið fyrsta málið dystinum millum Kyndil og KÍF. Her er nógv av fólki og tað merkist, at tað er stórur áhugi fyri dystinum. Annars kann nevnast, at Óla Kristian Djurhuus er í málinum hjá KÍF.
Fyrri hálvleikur: Dysturin er byrjaður
Undan dystinum:
Ein dystur verður í bestu deildini hjá monnum í dag, tá KÍF vitjar hjá Kyndli.
Kollfirðingar eru verjandi meistarar, og eftir eina trilvandi byrjan tykjast teir veruliga at hava funnið fótafestið seinnu umførini.
KÍF er nú oddalið í deildini, har tað er sera tætt millum liðini, sum stríðast um at koma í FM-finaluna. Eitt av hesum liðum er Kyndil, men hjá teimum gongur tað heldur striltið at halda taktina við hini liðini, og tí eru teir nú av álvara í vanda fyri at dragna úr oddastríðnum.
Tí er sigurin í dag eitt treytaleyst krav, um Kyndil framvegis skal halda fast í oddastríðnum.
Mansdysturin á Hálsi byrjar klokkan 16 í dag.