Kim Jong-un vil hitta amerikanska forsetan

Teir hava áður hitt hvønn annan í fyrra forsetaskeiðnum hjá Donald Trump, eitt nú í 2019

Í dag vita suðurkoreanskir miðlar at siga, at norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, vil hitta amerikanska forsetan.

 

Teir hava áður hitt hvønn annan í fyrra forsetaskeiðnum hjá Donald Trump, eitt nú í 2019.

 

Ein møguligur fundur millum leiðararnar í Norðurkorea og USA kann hugsandi verða í mars næsta ár, veit tíðindastovan, Yonhap, at siga.

 

Herfyri var Donald Trump á ferð í Asia, og tá segði amerikanski forsetin, at hann ógvuliga gjarna hevði viljað hitt Kim Jong-un.

 

Men, á ferðini í Asia hesaferð eydnaðist tað ikki Donald Trump at hitta norðurkoreanska leiðaran og einaræðisharran.

 

- Tað eydnaðist ikki at fáa eina avtalu upp á pláss á ferðini hesaferð, segði amerikanski forsetin í síðstu viku.