Formaðurin í grønlendska landstinginum, Kim Kielsen, meldar seg nú úr Siumut-flokkinum eftir 41 ára limaskap.
Hetta hendir stutt eftir, at Vivian Motzfeldt hevur gjørt tað sama.
Tað sigur Kim Kielsen við grønlendska miðilin KNR.
– Eg eri púra samdur við Vivian Motzfeldt í, at avgerðin um, at Siumut seinasta fríggjadag tók seg úr landsstýrissamstarvinum, var skeiv og grundað á eitt óskiljandi og ófullfíggjað grundarlag, sigur Kielsen við KNR.
/Ritzau/











