Kim Kielsen til Føroya

Løgmaður skal næsta hálva árið verða vertur fyri tvær almennar vitjanir.


Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist greitt, at hennara hátign Margretha drotning kemur á almenna vitjan í døgunum 13. - 16. juni, og nú hevur Løgmálaráðið kunngjørt, at Kim Kielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, kemur til Føroya í næsta mánaði.


Á ferðini fara stjórnarleiðararnir í Føroyum og Grønlandi at umrøða viðurskifti landanna millum, umframt at landsstýrisformaðurin skal vitja fyritøkur og stovnar.


Vitjanin hjá grønlendska landsstýrisformanninum er frá 17. til 21. mars 2016.