Kim Larsen fyllir 70 ár í dag, tann 23. oktober.
Í Danmark er sangarin, sangskrivarin og guitarleikarin fólkaogn. Og neyvan er ov nógv sagt, at tað er hann eisini í Føroyum.
Hann hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum. Fyrstuferð var síðst í sjeytiárunum, tá hann hevði konsert í Læraraskúlahøllini. Mangar ferðir hevur hann vitjað síðani.
Hann kom fram við bólkinum Gasolin, ið er ein hin størsti varðin, ið stendur eftir innan danskan rocktónleik, men har mong hitt tó fevna so breitt, at fleiri aldursbólkar sungu við.
Gasolin gavst í 1978. Kim Larsen hevði hampuliga undanbrekku, og tá hann so miðskeiðis í áttatiárunum gjørdi film og filmstónleik til Midt Om Natten, stóð ongin honum kurl. Og síðani er ongin tónleikari komin honum nær í sølutølum, og í dag heldur ikki í pengum ella ognum.
Peningur hevur tó ongantíð sett dám á lív hansara og hann býr í lítlari íbúð í Odense.
Danskir miðlar gera væl burturúr, nú Larsen fyllir 70 ár, eittnú BT og Ekstrablaðið. Og leygardagin hava bæði DR1 og DR2 ymiskt forvitnisligt á skránni.