Kim´s ? når du er sulten for show!

Við Kim Hansen á odda, hitaði Eurovision Hit Band upp, áðrenn brøðurnir fóru á pall leygarkvøldið. Kim og Co. spældu øll tey kendu løgini og settu eitt punktum saman við Olsen beiggjunum, so tað brakaði

Tað var Pætur við Keldu, sum setti hol á konsertina leygarkvøldið, har brøðurnir Olsen stóðu ovast á breddanum.

Pætur spældi løg av fløguni, hann gav út fyri tíð síðani, umframt so ymiskt sum Elton John og Chaplin (sum jú eisini var frálíkur tónsmiður).

Eftir at Pætur við Keldu hevð havt eina stilla og flotta framførslu í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið, stóð Eurovision Hit Band á skránni. Hóast Olsen brøðurnir vóru stóra navnið, so var ikki sørt, at fólk væntaðu nakað av nýstovnaða Eurovision Hit Band, ið er ein samanrenning av góðum kreftum innan føroyskt tónleikalív. Yngri sum meira royndar kreftir.

Júst sum við fjøldini í høllini hetta kvøld. Har vóru tey, sum vóru um 20 ára aldur, har vóru børn, men tey flestu vóru farin um tríati, nógv um fimmti og seksti og onkur helst eisini um tey sjeyti.


Hitt omaná hitt

Tað var eingin løtt uppgáva, at leika hetta kvøld. Talan var um eina sonevnda sitikonsert. Stólar vóru til fjøldina at sita á. Og hóast ikki var talan um eina pínliga ?avslappaða? fjøld, so er huglagið eitt annað við stólum, enn uttan. Talan er meira um eitt hugnakvøld. Og tað var eisini hugnaligt leygarkvøldið!

Hjá teimum á pallinum, er tað kanska heldur tyngri at fáa eina sitandi fjøld uppfrá, enn eina standandi. Men aftaná hesar hugleiðingar um sitandi og standandi áhoyrarar skal sigast, at hetta ikki var nakað kardinalpunkt leygarkvøldið. Til tess eru limirnir í Eurovision Hit Band ov garvaðir.

Byrjanin var Let Me Be The One. Kanska ein heldur spøk byrjan, hóast sangurin er sum gjørdur at byrja við, við tað, at hann byrjar beint á slagið.

Men ljóðstyrkin var ikki høg, so neyvan kundi fult trýst fáast á. Eisini var Hit Bandið fyri tí vanlagnu, at hava nógv ýl í mikrofonum. Men helst er trupult at ljóðblanda so stóran bólk, ið hevur bæði kór og blásarar.

Men brátt kom hitin í upphitingarbólkin. Og so gekk sum eftir ánni. Eitt tyssi av kendum prixløgum. Sigast skal, at rómin av føroyskum tónleiki her prógvaði sítt virði, saman við einum av nýggjaru stjørnuskotunum, Arnfríð Lutzen, ið sang framúr, við vakrari, reinari rødd. Ein Bischen Frieden og Waterloo kunnu nevnast. Og ikki at gloyma Live Shine A Light. Eisini kór (Laila Carlsen og Margreta á Rógvu Joensen) sungu væl, eins og blásararnir stóðu seg avbera væl.

Fjøldin hevði fingið hitan, tá finalan kom. Pætur við Keldu kom við á pallin og Laila kom longur fram á pall. Saman settu tey, saman við Kim, hol á sangin Hallelujah. Flott! Sera flott!!

Sjálvsagt mátti verturin Tróndur Djurhuus, ið annars stóð seg væl og skemtiliga, biða hesi fólkini koma aftur á pallin. Og tað var gott, tí tey tóku byrjanarlagið, Let Me Be The One, umaftur. Og tað gekk munandi lættari hesaferð, nú heitir fingrar handfóru streingir og tangentar og nervar ikki longur spældu inn (ella við).


Eitt brak

Eurovision Hit Band var ein staðfesting av góðu framførsluni, sum mong ivaleyst høvdu roknað við. (Fjøldin er jú eirindaleys).

Olsen Brøðurnir spældi síðani.

Men finalan var við Olsen beiggjunum og Eurovison Hit Band í felag. Nokkso ófyrireikað. Men kenda lagið I Saw Her Staning There hjá Beatles, kenna tónleikarar. Og hetta gjørdist eitt brak, har dugnaligu føroysku tónleikararnir løgdu ein so væl swingandi botn í, at Jørgen og Noller mistu takið, sungu við lív og sál og sjónliga ongan hug høvdu at gevast. Tað ?swingaði og rockaði?, sum ein norskur prix sangur einaferð segði. Eitt flott punktum, har ein hungraði eftir meir.

Ein lýsing fyri fronsk epli segði einaferð, at tey skuldu etast, ?Når du er sulten for sjov?.

Her siga vit: Kim´s ? når du er sulten for show!