Kina dripið ella fongslað 20 CIA agentar

– Kina hevur dripið ella fongslað upp ímóti 20 CIA njósnarar.

 

Tað skrivar amerikanska blaðið The New York Times í dag.

 

Ein av teimum dripnu CIA-keldunum varð skotin framman fyri starvsfeløgum sínum sum greið ávaring til hinar, sigur embætismaður.

 

Kinesiska stjórnin hevur miðvíst rikið upp njósnaravirksemið hjá amerikonsku fregnartænastuni CIA hesi seinastu árini.

 

Árini 2010 til 2012 drap ella fongslaðu kinverku myndugleikarnir millum 10 og 20 CIA keldur í Kina. Ein av keldunum varð skotin og dripin framman fyri starvsfeløgum sínum sum greið ávaring til hinar, sum møguliga njósnaðust.

 

The New York Times endurgevur tíggju núverandi og fyrrverandi amerikanskar embætismenn, sum vilja vera ónevndir.

 

Teir siga, at tað er ein stórur ósigur fyri amerikanska fregnartænastu.

 

At tað er eydnast kinverjum at finna fram til so nógvar amerikanskar njósnarar er eitt tað størsta bakkastið fyri fregnartænastuvirksemi hjá USA í mannaminni, halda embætismenninir.

 

Sjálvt í dag eru fólk frá fregnartænastuni ikki vís í, um USA varð svikið av moldvørpum innan fyri CIA, ella um kinverjar hackaðu eina loyniliga skipan, sum USA nýtir til at samskifta við útlendskar keldur.

 

Sambært embætismonnunum er missurin líka stórur sum missurin av amerikanskum njósnarum í Sovjetsamveldinum og Ruslandi vegna svikagerðirnar hjá teimum báðum tiltiknu njósnarum, Aldric Ames og Robert Hanssen.

 

Robert Hanssen er fyrrverandi FBI-agentur, sum njósnaðist ímóti USA fyri sovjetiskar og russiskar fregnartænastur í 22 ár frá 1979 til 2001. 73 ára gamli Hanssen situr í dag 15 lívtíðardómar einum væl tryggjaðum fongsli í Colorado.

 

75 ára gamli Aldrich Ames er fyrrverandi agentur og analytikari hjá CIA. Hann var í 1994 handtikin fyri at njósning ímóti USA sum moldvørpa fyri sovjetisku fregnartænastuna KGB.

 

Hann situr ein lívstíðardóm í einum fongsli í Indiana uttan møguleika fyri at verða royndarleyslatin.

 

Vesturlendskar fregnartænastur hava vanliga havt sera ilt við at menna njósnaranetverk í Kina og Ruslandi.

 

Søgan í The New York Times kemur fram meðan CIA roynir at finna út av, hvussu tað ber til, at WikiLeaks hevur almannakunngjørt viðkvom skjøl fyri tveimum mánaðum síðani.

 

Og um somu tíð er FBI í ferð við at kanna sambandið millum valkampanjuna hjá Donald Trump og Russland undir valstríðnum um amerikanska forsetavalið í fjør.

/ritzau/AFP