Kina fer at verja áhugamál av øllum alvi

Um USA ger álvara av at seta revsitoll á kinesiskar vørur, so fer tað "álvarsliga at ávirka samskiftið" um rúsevnaeftirlit millum londini bæði.

Talsmaðurin hjá kinesiska uttanríkisráðnum, Lin Jian, segði á tíðindafundi í dag, at Kina fer at gera “øll neyðug móttiltøk”, um USA setur eyka revsitoll á kinesiskar vørur. (Arkivmynd). - Mynd: Tingshu Wang/Reuters

Tað segði talsmaðurin hjá kinesiska uttanríkisráðnum, Lin Jian, í ag á einum dagligum tíðindafundi.

Kinesiska uttanríkisráðið segði eisini, at Kina fer at gera "øll neyðug móttøkutiltøk" fyri at verja lóglig áhugamál landsins, skrivar Reuters.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði undir kunngerðir um toll fyrst í februar.

Hon áleggur 25 prosent toll á allar vørur úr Meksiko og Kanada, meðan vørur úr Kina verða lagdar undir 10 prosent toll afturat.

Tað varð síðani útsett.

/Ritzau/