Kina gongur ímóti kreppuni

Nógv bendir á, at Kina verður tað fyrsta stóra landið, sum fær bilbukt við búskaparkreppuna Tann búskaparligi vøksturin í Kina er so stórur, at greinarar vænta, at Kina verður tað fyrsta stóra landið, sum sleppur burtur úr altjóða kreppuni.

Í apríl ársfjórðingi var tann kinesiski búskaparvøksturin 7,9 prosent samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing var vøksturin 6,1 prosent.

Greinararnir siga, at meðan tey flestu londini hava afturgongd í búskapinum, gongur tað tann øvugta vegin í Kina. Teir halda, at vøksturin í Kina kemst serliga av einum vakstrarpakka, sum stjórnin kom við, og sum hevur økt eftirspurningin á heimamarknaðinum.

Harafturímóti hevur tann kinesiski útflutningurin framvegis trupulleikar, siga greinararnir.