Ósemjan millum Japan og Kina um nakrar smáar oyggjar í Eysturkinesiska Havinum kann enda sum eitt handilskríggj ímillum tey bæði londini, tí Kina hóttir nú við at seta strong handilstiltøk í verk ímóti Japan.
Um vikuskiftið vóru harðligar mótmælisgongur í fleiri kinesiskum býum, og tað hevur fingið japanskar fyritøkur sum Canon og Panasonic at steðga framleiðsluni á verksmiðjunum, sum fyritøkurnar hava í Kina.
Men avleiðingarnar fyri tað japanska vinnulívið verða uppaftur størri, um Kina ger álvara av at seta handilstiltøk í verk. Floksblaðið í Kina, Fólksins Dagblað, hóttir í dag við at seta tann japanska búskapin 20 ár aftur í tíðina, um landið ikki sleppur kravinum um oygggjarnar.
Kina er tað landið, sum keypir mest úr Japan. Samhandilin millum tey bæði londini vaks meiri enn 14 prosent í fjør og var 345 milliardir dollarar, skrivar NTB.