Kina økir sínar hernaðarútreiðslur munandi

Eftir fíggjarlógini fer Kina at brúka 17,8 prosent meiri til hernaðarmál í ár enn í fjør Tann hernaðarliga játtanin ársins fíggjarlóg er 57,22 mia. dollarar, og tað er 17,8 prosent meiri enn í fjør, sigur ein talsmaður hjá stjórnini í Beijing.

Upplýsingarnar koam dagin eftir, at amerikanska verjumálaráðið segði seg stúra fyri, at Kina økir sínar hernaðarútreiðslur í stórum.

Vøksturin í ár er tann størsti í mong ár, men útlendskir eygleiðarar siga, at í veruleikanum brúkar Kina væl meiri til hernaðarmál enn tað, sum fíggjarlógin sigur.