Ein harður jarðskjálvti rakti Sichuan landslutin í Kina um vikuskifti Roknað verður við, at fleiri túsund fólk eru deyð, harav fleiri næmingar, sum vóru í skúla tá bygningarnir rapaðu
Mercy Corps, sum føroya landsstýrið hevur samstarvað við í fleiri ár, er á staðnum og kann tí veita hjálp beinanvegin.
Føroyar hava samstarvað við Mercy Corps síðan tzunami vanlukkuna í 2004 og leiðslan í høvuðssætinum í Edinburgh, vitjaði landsstýrið í mars í fjør. Samstarvið er um at endurreisa fiskivinnuna, um trygd á sjónum og um at styrkja fiskivinnumarknaðin. Harumframt hava føroyingar veitt hjálp og ráðgeving um bróstamjólk.
Mercy Corps hevur samstarvað við kinverska hjálparfelagsskapin China Foundation for Poverty Alleviation síðan 2001 og hava nógv starvsfólk júst í Sichuan landslutinum.
Mercy Corps boðar frá, at øll starvsfólkini hava tað gott.