Kina svarar upp á, at USA hevur lagt toll á stál og aluminium, við at seta toll á millum annað frukt og svínakjøt
Kina leggur toll á fleiri amerikanskar vørur, eitt nú frukt og svínakjøt.
Tað hendir sum svar upp á avgerðina hjá USA um at leggja toll á stál og aluminium.
Tað skrivar kinesiski statsmiðlin, Xinhuga, sambært dpa.
Tollmyndugleikarnir í Kina fara at leggja 15 prosent toll á amerikanska frukt og »aðrar líknandi vørur «.
Harumframt verður lagdur 25 prosent tollur á aðrar vørur, eitt nú svínakjøt, upplýsir kinesiska tíðindastovan Xinhua.
Tilsamans 128 amerikanskar vørur verða fevndar av nýggja tollinum, sum kemur í gildi í dag.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í síðsta mánaði, at hann fór at leggja 25 prosent toll á stál og tíggju prosent á aluminium.
Stýrið í Beijing segði við eitt høvi, at tollsatsirnir hjá USA høvdu »oyðiligt multilateralu handilsskipanina«, og at stýrið fór at royna at steðga tollinum gjøgnum Heimshandilsfelagsskapin WTO.
Umboðið hjá Kina í handilsfelagsskapinum kallar avgerðina hjá USA fyri »grundleggjandi ósamsvarandi« við WTO – sum vatn og eldur.
Kina boðaði í mars frá eini ætlan um at leggja revsitoll á amerikanska vørður upp á tríggjar milliardir dollarar.
Við sama høvið sendu kinverjar út eina ávaring til amerikanska forstetan, Donald Trump, um ikki at skapa eina »vandamikla« støðu. USA átti at víst varsemi, ljóðaði frá stjórnini í Beijing.
Trump hevur lagt toll á kinverskar metalvørur, tí »USA hevur mist milliónir av arbeiðsplássum til Kina«, og at stórt undirskot er á handilsjavnanum hjá USA við Kina.
/ritzau/