Kina ávarar Norðurkorea

Kina verður vanliga mett sum trúgvasti stuðulin hjá norðurkoreanska stýrinum, men leiðararnir í Beijing eru ikki serliga fegnir um ætlanina hjá Norðurkorea at royna eina langtberandi rakett.

-Støðan er sera ørkymlandi, og vit vóna, at allir partar gera sítt til tess at tryggja frið í økinum, segði talsmaðurin hjá kinesiska uttanríkisráðnum í gjár.

USA og Japan hava ávarað Norðurkorea ímóti at royna ta nýggju rakettina. Í gjár kærdu norðurkoreanar seg um, at amerikonsk flogfør hava verið á kanningarferð nærhendis strondini, og teir hóttu við at skjóta flogførini niður, koma tey ov nær. USA hevur eisini sent eitt njósnaraskip avstað við kós ímóti Norðurkorea.

Japan hevur eisini sent herskip og flogfør ímóti norðurkoreonsku strondini. Japanar stúra serliga fyri, at leivdir av norðurkoreonsku rakettini kunnu detta niður í Japan, og tí hevur løgreglan fingið boð um at vera á varðhaldi, skrivar AP úr Tokyo.