Kina: - Vit hava ikki trýst Føroyar

Uttanríkisráðið í Kina sigur, at tey hava ongantíð trýst Føroyar. - Hetta er púrasta burtur við og botnar í fjaldari dagsskrá, siga tey.

 

 

Tað var í gjár, at Berlingske Tidende "avdúkaði", at sendimaðurin hjá Kina í Danmark, Feng Tie, hevur roynt at leggja trýst á leiðandi limir í Føroya landsstýri fyri at fáa tey at taka undir við, at kinverski samskiftisrisin - Huawei - verður veitari av einum nýggjum 5G-neti í Føroyum.

Men, í dag sigur tíðindamiðilin, Global Times, sum kinverska stjórin varðar av, at landsins uttanríkisráð nú hevur gjørt viðmerkingar til hetta páhald á einum tíðindafundi, og tað er norska heimasíðan - ilaks.no - sum endurgevur tað, sum sagt verður úr Kina um leiklutin hjá kinverska sendimanninum í Føroyum.

- At leggja okkum undir, at Kina hóttir við at siga upp handilsavtaluna millum londini, um Føroyar ikki skriva undir ein 5G-sáttmála við Huawei, er fullkomiliga burturvið og botnar í einari duldari dagsskrá. Kina og Føroyar hava nevniliga onga handilsavtalu.

Ilaks.no skrivar, at Kina og Føroyar leingi hava samráðst um eina fríhandilsavtalu. - Føroyski útflutningurin til Kina er at kalla bara laksur, framleiddur av Bakkafrost, Luna/ Hiddenfjord og Movi, skrivar norska heimasíðan.

##med2##

- Hvussu kann ein avtala, sum ikki er til, verða søgd upp? Tað eru høgt standandi amerikanskir embætismenn, sum alla tíðina hótta onnur við at steðga samstarvi við Kina, sigur kinverska uttanríkisráðið.

Ilaks.no veit eisini at siga, at amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, fleiri ferðir hevur ávarað Føroyar ímóti at velja Huawei sum veitara. USA heldur upp á, at útgerðin hjá Huawei kann brúkast til njósning, men hesum afturvísir kinverski fjarskiftisrisin.