Kinesarar rændir í Sudan

Ókendir menn hava rænt og burturflutt níggju kinesarar, sum arbeiddu í oljuídnaðinum í útsynningspartinum av Sudan. Tilburðurin er fyribils tann seinasti í einari røð av atgerðum ímóti kinesiskum áhugamálum í Sudan, skriva tíðindastovurnar.

Sudansku myndugleikarnir siga, at tað eru uppreistrarmenn í Darfur-landspartinum, sum hava burturflutt kinesararnar, men eingin av teimum felagsskapunum, sum stríðast við stjórnina, hevur enn átikið sær ábyrgdina.

Hinvegin er tað ein sannroynd, at uppreistrarfelagsskapirnir hava funnist at kinesiska virkseminum í sudanska oljuídnaðinum, tí á tann hátt styðjar Kina stjórnarherin í bardaganum um Darfur.

Altjóða mannarættindafelagsskapir hava eisini funnist at Kina og sagt, at landsins samstarv við sudansku stjórnina forðar fyri einari loysn í Darfur, har umleið 300.000 fólk hava latið lív í bardøgum og ágangi. Meiri enn 2,5 milliónir fólk eru flýdd heiman.

Kina keypir tveir triðingar av teirri olju, sum kemur upp úr jørðini í Sudan, og 70 prosent av sudanska útflutningsvirðinum stavar frá oljuni. Kina hevur sýtingarrætt í ST-trygdarráðnum og hevur verið ímóti øllum uppskotum, sum hava mælt til at revsa Sudan fyri at fáa eina loysn á Darfur-kreppuni.