Ein dómstólur í Kina noktaði í gjár at viðgera eitt mál, har foreldur krevja endurgjald, tí teirra børn gjørdist sjúk ev eitraðum mjólkarpulvuri fyrr í ár. Foreldrini kravdu at fáa 14 milliónir kinesiskar juarar ella umleið 12 milliónir krónur í endurgjaldi frá einum almennum, sum hevði gjørt pulvurmjólkina.
Hildið verður, at umleið 300.000 kinesisk pinkubørn gjørdust sjúk av tí eitraða mjólkarpulvurinum, og sambært myndugleikunum doyðu seks børn. Kanningar staðfestu, at evnið melamin var í pulvurinum.
Tann almenna grundgevingin hjá dómstólinum fyri at vísa endurgjaldskravinum burtur var, at myndugleikarnir arbeiða við málinum. Men sakførararnir hjá foreldrunum halda, at hetta er bara eitt skálkaskjól fyri at sleppa undan einari gølu afturat um ta eitraðu mjólkina.