Kinesisk stríðsflogfør í luftini fyri umstrídda vitjan

Nú amerikanski stórpolitikarin, Nancy Pelosi, vitjar í Asia, er kinesiska stjórnin harðliga ímóti, at hon setir sín fót á Taiwan.

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at Kina hevur reagerað harðliga, nú tað er upp á tal, at amerikanski stórpolitikarin og umboðsráðsforkvinnan, Nancy Pelosi, møguliga fer at vitja á Taiwan. 

 

Nancy Pelosi er á ferð í Asiu, og hóast eingin almenn fráboðan er um, at hon eisini fer at vitja á Taiwan, so hevur hetta verið upp á tal, og tað er ikki fallið í góða jørð hjá kinesisku myndugleikunum.

 

Kina sigur í dag, at tað fer ikki aftur við borðinum, um amerikanski politikarin vitjar á Taiwan, og herurin fer ikki at sita hendur í favn, um so verður.

 

Í dag veit Reuters at siga, at kinesisk stríðsflogfør hava verið á flogi í marknaðøkinum millum Kina og Taiwan, og hetta verður sæð sum ein kinesisk provokatión móti Taiwan og møguligu vitjanini hjá Nancy Pelosi.

 

Sambært keldum, sum Reuters hevur verið í samband við, eru eisini fleiri kinesisk herskip í økinum nærindis taiwanskum sjógvi. 

 

Tíðindastovan sigur, at tey hava verið í samband við verjumálaráðharran á Taiwan, sum vissar um, at fylgt verður við kinesiska aktivitetinum í økinum, og at landið ikki letur kinesisku hóttaninar fara aftur við borðinum.

 

Taiwan hevur havt sjálvstýri í meira enn sjeyti ár, og Beijing hevur onga ávirkan havt á politisku leiðsluna. Men, Kina metir framhaldandi Taiwan sum sítt landaøki og vísir aftur, at myndugleikarnir í sjálvstýrandi landinum kunnu skipa uttanríkispolitisk viðurskifti við onnur lond.

 

Á ferðini í Asia fer Nancy Pelosi at skifta orð við onnur lond um sínámillum trygd, búskarlig sambond og demokratiskar meginreglur. 

 

Amerikanski kongresspolitikarin hevur fleiri ferðir funnist at Kina fyri brot á mannarættindi, men ein møgulig vitjan hjá henni á Taiwan hevur eisini skapt órógv í USA.

 

Sagt verður, at verjumálaráðið Pentagon hevur rátt Nancy Pelosi frá at vitja á Taiwan, og Biden-umsitingin hevur roynt at vissa Kina um, at ein møgulig vitjan ikki fer at broyta almenna politikkin hjá USA mótvegis Kina.

 

##med2##

 

 

 

Í Taiwan, har høvuðsstaðurin er Taipei, búðu tilsamans 23,57 miljónir fólk í 2020.