Kinesiski forsetin er komin til Russlands

Vitjanin í Russlandi varar í tríggjar dagar, harav meginparturin verður á skrá í morgin, týsdagin. 

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, er í dag komin til Russlands á vitjan. Russiskar tíðindastovur vita at siga, at forsetin lendi í Moskva fyrrapartin.

 

Seinni í dag skulu Xi Jinping og forseti Russlands, Vladimir Putin, eta eina máltíð saman.

 

Vitjanin í Russlandi varar í tríggjar dagar, harav meginparturin verður á skrá í morgin, týsdagin. 

 

Fyri vitjanina hjá Xi Jinping í Russlandi, hava kinesisku myndugleikarnar útnevnt seg sjálvar sum friðarmeklarar í stríðnum millum Russland og Ukraina.

 

Kina hevur nevniliga skotið upp eina vápnahvíld, og at londini síðan kunnu samráða seg fram til eina friðaravtalu.

 

Uppskotið hjá kinesisku myndugleikunum er í 12 punktum. Ukraina hevur sagt, at landið kann taka undir við pørtum av uppskotinum.

 

Áðrenn Xi Jinping lendi í Russlandi í morgun, hevur Kreml sagt, at kinesisku uppskotini til friðaravtalu fara at verða viðgjørd millum partarnar.

 

Lagt verður aftrat, at forseti Russlands, Vladimir Putin, eisini fer at greiða frá støðuni hjá Russlandi til Ukraina.

 

Á skránni millum forsetarnar verða eisini handilsavtalur og hernaðarligt samstarv millum londini.