Kinesiskir hermenn til Norðurkorea

Eitt blað í Suðurkorea vil vera við, at Kina vil sleppa at senda hermenn til Norðurkorea, og at partarnir tingast um málið. Kina hevur ikki havt hermenn í Norðurkorea síðani 1994, men blaðið Chosun Ilbo endurgevur vælvitandi suðurkoreanskar keldur fyri at siga, at kinesiskir og norðurkoreanskir embætismenn hava tosað um eitt kinesiskt hugskot at lata kinesiskar hermenn hava støð í Norðurkorea.

Sambært blaðnum skulu teir kinesisku hermenninir hava støð í einum havnarbýi í landnyrðingspartinum av Norðurkorea. Teir skulu verja havnarlagið, sum Kina hevur bygt, men teir skulu eisini leggja uppí, um støðan í Norðurkorea gerst ótrygg, skrivar Chosun Ilbo.