Sólorka til Svimjihøllina í Gundadali

Tórshavnar býráð skal í dag taka støðu til eina sólorkuverkætlan.

Í samsvar við Grønu leiðini og samgonguskjalið hjá verandi samgongu, har eitt av málunum er at minka um CO2 útlát frá kommunalu bygningum, ynskir umsitingin heimild at gera útbjóðingartilfar og at bjóða út sólorkuskipan til Svimjihøllina í Gundadali.

 

Tað skrivar Tórshavnar býráð

 

Kommunan er í einari støðuga tilgongd at knýta kommunalu bygningarnar í varandi orkukeldur. Sambært umhvørvispolitikkinum hjá kommununi er tað týdningarmikið, at "ymisk orkusparandi átøk verða gjørd, tá ið bygningar hjá kommununi verða umvældir, og tá ið nýtt verður bygt." Samstundis er hetta eisini ein liður hjá Tórshavnar kommunu at fylgja við allari tøkniligari framgongd og vera við í áhaldandi menningini innan aðrar orkukeldur.

 

Málið kemur fyri á býráðsfundinum seinni í dag sum sjeynda mál á skránni