Kinverjar eru góð arbeiðsmegi

- Mær dámar væl at arbeiða og búgva í Grønlandi, sigur 30 ára gamla, Huiting Guo.

Tey koma úr Kina til Grønlands at arbeiða, og í Maniitsoq er Royal Greenland púrasta bundið av kinversku arbeiðsfólkunum, sum tey eisini lata sera væl at.

 

Huiting Guo er ein av kinverjunum í Maniitsoq, og hon sigur við Sermitsiaq, at hon tjenar tvífalt so nógv á einum grønlendskum fiskavirki, sum hon hevði kjent á einum kinverskum fiskavirki.

 

- Mær dámar væl at arbeiða og búgva í Grønlandi, sigur 30 ára gamla, Huiting Guo, sum hevur fingið ein tvey ára sáttmála á fiskavirkjum hjá Royal Greenland í Vestur-og Norðurgrønlandi.

 

Ein kanning hjá Grønlands Erhverv, sum varð gjørd í oktober í fjør, vísir, at stórur tørvur er á arbeiðsmegi í Grønlandi, og tørvur er á fleiri hundrað fólkum.

 

Virkisleiðarin hjá Royal Greenland í Maniitsoq, Susanne Marie Olsen, rósar teimum 25 kinversku arbeiðsfólkunum, og hon rósar eisini støðugu grønlendsku arbeiðsmegini á virkinum.

 

- Hesi gera øll eitt gott arbeiði, sigur Susanne Marie Olsen.