Xiong Lan hevur verið gestaprofessari á Náttúruvísindadeildini síðan november 2013. Hon kemur frá College of Electrical Engineering á kinverska universitetinum Chongqing University, og hevur fígging úr Kina til at vitja Fróðskaparsetrið sum granskari í eitt ár. Hon hevur verið lærari og granskari við universitetið í Chongqing síðani 1993 og gjørdist professari har í 2010.
Náttúruvísindadeildin bjóðar við hesum til eina framløgu, har Xiong Lan m.a. fer at kunna um sítt heimauniversitet og um sítt arbeiði.
Xiong Lan fer at greiða frá um kommunalu fyrisitingina og fíggjarligu menningina í Chongqing, um universitetið í Chongqing og um hennara gransking.
Framløgan verður týsdagin tann 24. juni kl 13 á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni 3.