Tað var mentamálaráðið í Oslo, sum setti nevndina, og uppgávan var at endurskoða verandi skipan og at koma við uppskoti um møguligar broytingar. Eftir galdandi reglur kunnu myndugleikarnir, prestar og góðkendir leiðarar í eitt nú trúarsamfeløgum víga fólk, men nevndin hjá mentamálaráðnum skjýtur upp, at øll skulu til ein dómara fyri at verða vígd. Aftaná kunnu tey biðja kirkjuna ella samkomuna signa hjúnarlagið. ??
Formaðurin í nevndini, Sturla Stålsett, tekur ikki undir við uppskotinum hjá nevndini, men ásannar, at tað eru nógvar ymiskar áskoðanir í samfelagnum. Hann sigur við NRK, at nevndin hevur lagt dent á, at tað at ganga saman í hjúnarlag er ein løgfrøðilig hending, sum so kann hátíðarhaldast í kirkju ella samkomu.
– Tað er umráðandi fyri meirilutan at gera greitt, at tað, sum snýr seg um rættindi, skilnað, arv og annað kemur undir lógarverkið, sigur Sturla Stålsett, sum sjálvur er prestur.