Hans Jacob Joensen, bispur, sigur tað vera umráðandi, at kirkjufólkið framhaldandi fíggjar ein part av virkseminum hjá fólkakirkjuni. -Tað er umráðandi, at fólkakirkjan varðveitir sítt frælsi, sigur bispur við Útvarpið. Tí heldur hann, at landið skal ikki fíggja fólkakirkjuna burturav, men at kirkjufólkið framhaldandi skal lata ein part av fíggingini.
-Er fíggingin almenn burturav, missir fólkakirkjan sítt sjálvræði, sigur Hans Jacob Joensen.
Bispur ásannar, at tað kann gerast tungt at fíggja meginpartin av fólkakirkjuni við kirkjuskattinum, tí krøvini veksa støðugt.